- Gott at onkur hugsar um okkum

- Tað er bæði gott og neyðugt, at fólk hugsa um okkum og biðja fyri okkum, sum starvast á sjónum, sigur dekkarin við Hvítanesi.

Regin Strømsten, sum er 59 ára gamal, siglir sum dekkari við handilskipinum, Hvítanesi.

 

Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sigur hann, at hann fyrstu ferð møtti sjómansmissiónini umborð á nótaskipinum Sjúrði Tollakssyni í desember í 1976. Teir fiskaðu sild í Norðsjónum, og jólapakkarnir vóru komnir umborð, áðrenn teir fóru avstað.

 

- Tá jólapakkarnir vóru býttir út á síðsta túrinum fyri jólasteðgin, hitti eg fyrstu ferð Sjómansmissiónina. Hetta var ein góð uppliving, sum eg minnist aftur á við gleði og takksemi, sigur Regin Strømsten, sum heldur, at arbeiðið, sum Føroyska Sjómansmissiónin ger, hevur stóran týdning.

 

Regin Strømsten sigur við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at hetta arbeiði eisini hevur stóran týdning fyri hann persónliga, tí tað er altíð gott at fáa vitjan av sjómanstrúboðaranum og fáa eina góða heilsan.

 

- Eg haldi, at tað er bæði gott og neyðugt, at fólk hugsa um okkum og biðja fyri okkum, sum starvast á sjónum, sigur 59 ára gamli dekkarin umborð á Hvítanesi.