Føroya-politikkur
- Tað, sum Anders Fogh Rasmussen gjørdi í Føroyum, var bara at staðfesta, at nýggja stjórnin heldur fram við politikkinum hjá undanfarnu stjórnini. Tað heldur fyrrverandi løgmálaráðharrin, Frank Jensen, úr danska Javnaðarflokkinum.
Hann hevur ilt við at fáa eyga á nakran nýggjan politikk mótvegis Føroyum, soleiðis sum løgmaður og varaløgmaður hava sagt. Teir halda báðir, at vitjanin hjá Anders Fogh var eitt avgerandi gjøgnumbrot og ein stórur sigur fyri politikkin hjá landsstýrinum.
- Tað er at fegnast um, at føroyingar ? eisini andstøðuflokkarnir - eru nøgdir, og at samstarvið millum Føroyar og Danmark er gott, men eg havi ilt við at síggja hetta sum annað enn eitt framhald av tí, sum undanfarna stjórnin og landsstýrið samdust um. Frank Jensen vísir millum annað á, at tað var við honum sum løgmálaráðharra, at landsstýrið og stjórnin avtalaðu at seta gongd á arbeiðið at yvirtaka løgregluna og rættarskipanina, og tí er einki nýtt í tí, at Anders Fogh Rasmussen sigur, at hetta arbeiðið heldur fram.
Framvegis breið semja
Undanfarna stjórnin hevði breiðan stuðul í Fólkatinginum fyri politikkinum hjá sær mótvegis Føroyum. Líkt er til, at hendan breiða semjan framvegis er at finna í Fólkatinginum, hóast val hevur verið.
Frank Jensen vísir á felagslýsingina hjá løgmanni og forsætisráðharranum, har tað stendur, at stjórnin vil samstarva um yvirtøkur innanfyri grundlógina og ríkisfelagsskapin.
- Hetta er tað, sum undanfarna stjórnin fleiri ferðir hevur borið fram, og tí taka vit undir við hesum, sigur Frank Jensen
- At landsstýrið so sær hetta sum eitt avgerandi gjøgnumbrot, tað havi eg tað fínt við, leggur Frank Jensen afturat.
Fyrrapartin í dag skal Anders Fogh Rasmussen á fund við 21-mannanevndina viðvíkjandi Føroyum hjá Fólkatinginum, har eitt nú Frank Jensen er limur. Forsætisráðharrin er biðin um at koma á fund við nevndina at greiða frá vitjanini í Føroyum.
Lisbeth L. Petersen er eisini limur í Føroyanevndini, og tað sama er Lars Emil Johansen úr Siumut, sum er partur av Norðuratlantsbólkinum, har Høgni Hoydal og Kuupik Kleist eisini eru limir. Á fundinum fer forsætisráðharrin at leggja fram úrslitini av vitjanini í Føroyum, og nevndarlimirnir fáa høvi at seta spurningar og annars geva til kennar, um teir taka undir við kósini hjá stjórnini.









