Gott at lenda í Bergen

Tað var ikki gamalt, at fólk fegnaðust, tá lent varð í Bergen.

Hetta merkti sum oftast, at lendandi varð ikki í Vágum, og at flogfarið tí mátti seta seg á Flesland-flogvøllinum at bíða eftir betri líkindum.

Í summar fer Atlantsflog at flúgva regluliga millum flogvallirnar báðar. Fyrsti almenni túrurin verður í morgin, hósdagin og verður síðani flogið til seinast i august mánaði í ár.

Sum skilst er hetta ein roynd at kanna marknaðin. Og gongst sum Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi vónar, er ikki óhugsandi at ein reglulig ruta fer at síggja dagsins ljós um 3-5 ár.

- Tað veldst alt um áhugan, sigur hann.