Tóri Højgaard, formaður í Ung fyri Miðflokkin”
Miðflokkurin hevur fyri tíð síðan víst á, at í dag er blokkurin uml. 15% av inntøkugrundarlagnum hjá Landskassanum, meðan blokkurin fyri fáum árum síðan var nærum 30% av inntøkugrundarlagnum.
Hetta hevur, av einari og hvørjari orsøk fingið Helga at halda at Miðflokkurin kundi hugsa sær, at blokkurin bleiv strikaður frá einum degi til annan, og tískil vil Helgi ávara okkum um, at høvdu vit tikið blokkin vekk, so høvdu vit skula rinda fleiri túsund kr. meir í skatt pr. íbúgva. Helgi hevur sjálvandi rætt í tí. Skattabyrðan hevði blivið munandi tyngri, um blokkurin bleiv burtur eftir einum degi.
Men lat okkum brúka eina mynd, sum sjálvt svartskygdir sambandsmenn áttu at skilt: Í læknaheiminum er tað eitt kent fyribrigdi, at man tíðum er noyddur at geva einum sjúklingi heiluvág, ið er vanabindandi. Tá sjúklingurin er komin fyri seg, og ikki hevur heiluvágin fyri neyðini longur, so er tað vanliga so at læknin fer undir at skera niður á nøgdina av heiluvági ið verður latin sjúklininum, soleiðis at sjúklingurin so við og við gerst minni bundin at heiluváginum, og uttan ov nógv hjáárin, skal sleppa burturúr nýtsluni.
Helgi vil við lesarabrævi sínum ræða føroya fólk til at halda at Miðflokkurin vil hava blokkin at hvørva eftir stuttari tí, men hetta er als ikki so. Miðflokkurin hevur einans víst á at føroyska samfelagði eftir hondini er við at sleppa av við vanabindandi heiluvágin, og at enda fer at gerast ført fyri at leggja hann á hyllina med alla.