Almenn umsiting
Fyrst var tað Útvarp Føroya. So Tórshavnar Býráð. Og nú til seinast, Fíggjarmálastýrið og Vinnumálastýrið.
Løgtingsins Umboðsmaður hevur ikki virkað so leingi, men hann hevur longu sett síni týðiligu fingramerki á føroyska umsiting.
Hesa stuttu tíð, hann hevur virkað, hevur hann longu viðgjørt fleiri mál, har hann hevur átalað almennar stovnar fyri ymisk viðurskifti, eitt nú hava bæði Útvarpið, Tórshavnar Býráð, Fíggjarmálastýrið og Vinnumálastýrið fingið ábreiðslur frá umboðsmanninum.
?Tað er heilt avgjørt ein fyrimunur fyri fólkaræðið, at almenna umsitingin veit, at tað situr ein Løgtingsins Umboðsmaður niðri í Niels Finsensgøtu í Havn, sum alla tíðina andar í nakkan á teimum, heldur Bjørn á Heygum, sakførari og ein av teimum, sum smíðaðu nýggju stýrisskipanarlógina
Hann sigur, at tað er onki at ivast í, at tað fer at føra við sær, at almenna umsitingin er farin at vanda sær meiri um tær avgerðir, sum tiknar verða, tí hon veit, at umboðsmaðurin hevur eit vakið eyga við tí, sum fyriferst.
Tí heldur Bjørn á Heygum, at tað avgjørt var eitt heppið tiltak at seta Løgtingsins Umboðsmann á stovn, tí ein átala frá honum vigar rættiliga nógv.
Hava gjørt tað, teir skulu
Í farnu viku var tað so Vinnumálastýrið, sum fekk eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri mannagongdina, tá ið nýggjur landsverkfrøðingur varð settur í mei í 2000 fyri Henning Jacobsen, sum varð koyrdur frá eitt hálvt ár frammanundan, tí starvið skuldi leggjast niður.
Løgtingsins Umboðsmaður finst ikki at avgerðini um at seta Oyvind Brimnes í starvið, men hann heldur at tað er sera átaluvert, at teir umsøkjararnir, sum ikki fingu starvið, ikki fingu eina frágreiðing um, hví teir ikki fingu tað, tí skulu teir hava eftir fyristingarlógini.
Ikki minst heldur Umboðsmaðurin, at Henning Jacobsen átti at fáa eina serliga gjølliga frágreiðing uppá, hví hann ikki varð settur aftur í tað starv, hann hevði røkt í 10 ár og sum hann var koyrdur úr stutt frammanundan, tí at tað skuldi leggjast niður.
Fyri hesa mannagongd fekk Vinnumálastýrið eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni.
?Tað er onki at taka seg aftur í, at Vinnumálastýrið hevur fingið ein á fingrarnar, sigur Bjørn á Heygum.
Men hann vísir eisini á, at sambært teimum báðum loftbornu fjølmiðlunum, hevur Vinnumálastýrið tikið ábreiðsluna til eftirtektar og hevur tikið stig til at broyta mannagongdina í samsvari við atfinngingarnar frá Umboðsmanninum.
? Meiri enn at taka stig til til at slíkt ikki endurtekur seg, kann Vinnumálastýrið neyvan gera í hesum føri, heldur Bjørn á Heygum.
Heilt ósamdur
Tann, sum legði málið um Landsverkfrøðingin fyri Løgtingsins Umboðsmann er ein, sum hevur arbeitt hjá Landsverkfrøðinginum í mong ár.
Í klaguni sigur hann eitt nú, at fyri honum sær tað út sum um nýggja stýrisskipanin ávirkar skeiva vegin, soleiðis at nýggja ábyrgdin hjá hinum einstaka landsstýrismanninum gevur honum tað fatan, at alt ber til.
Hóast hon ivaleyst hevði síni brek, hevði tílíkt neyvan komið fyri undir gomlu skipanini, tá neyðugt var at tosa saman ? hinvegin haldi, eg tað mátti borið til at ráðført seg hvør við annan, uttan at tað var ásett við lóg, heldur hann.
Hesum er Bjørn á Heygum als ikki samdur í.
?Undir gomlu skipanini hevði Landsstýrið felags ábyrgd av tí, sum fór fram. Tað vil siga, at at í veruleikanum hevði ongin ábyrgdina av nøkrum og tað var ongin, sum stóð til svars fyri tí, sum gjørt varð.
? Undir hesi nýggju skipanini ber altíð til at vísa á ein einstakan landsstýrismann, sum tann evsta ábyrgdarhavandi fyri einum máli. Og verða skeivleikar ávístir í umsitingini, ber altíð til at leggja ábyrgdina á ein ávísan landsstýrismann, sum so einsamallur má taka ábyrgdina. Eg ivist ikki í, at tá ið ein landsstýrismaður veit, at tað er hann einsamallur, sum stendur við endan, verður ábyrgdarkenslan ein onnur, enn hon var undir gomlu skipanini, tá ið landsstýrismenn altíð kundi skjóta seg innundir, at alt Landsstýrið hevði ábyrgdina .
?Spurningurin um at ráðføra seg við onnur, er rætt og slætt ein spurningur um at brúka vit og skil og onki annað og tað verður gjørt í nógvum førum, uttan at tað beinleiðis er ásett við lóg.