Formaðurin í norrøna ungmannafelagnum í Svøríki, Thorgny Arwidson hevði eina framløgu á stovnandi aðalfundinum hjá Norrøna Ungmannafelag Føroya seinnapartin í dag.
Hann greiddi frá einum virknum felagi, sum hevur 1.600 limir, og sum samstarvar við systurfeløgini í Finnlandi, Danmark, Noregi og Íslandi. Hann fegnast um, at nú verður eisini møguleiki at samstarva við eitt nýstovnað systurfelag í Føroyum. Thorgny Arwidson heldur, at føroyskur ungdómur hevur eisini nakað at geva norrøna samstarvinum.
Seinasta vikuskiftið hevði hann saman við nevndini í svenska felagnum fyri norrønum ungdóm eitt ræðuligt høgg við ungdómsfelagsskapin hjá tí viðgongda flokkinum, Svøríkisdemokratunum, sum samstarvar við víðgongdar flokkar í Fraklandi og í Ungarn. Ungmannafelagið hjá Svøríkisdemokratunum ætlaði at fremja statskvett, og yvirtaka tað norrøna ungmannafelagið í Svøríki. Men gjøgnum sosialu miðlarnar eydnaðist tað teimum hóvligu kreftunum at mobilisera nóg mikið av fólki til aðalfundin hjá FNUF í Svøríki, so ungmannafelagið hjá Svøríkisdemokratunum ikki slapp framat pengakassanum hjá FNUF. Vegna síni sjónarmið fær ungmannafelagið hjá Svøríkisdemokratunum ongan pening frá tí svenska statinum, og tí sóu teir sær møguleikan at sleppa framat einum pengakassa hjá einum øðrum ungmannafelagi, men hetta var steðgað í evstu løtu.
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Thorgny Arwidson við at trýsta á pílin undir myndini, har hann m.a. greiðir frá dramatikkinum farna vikuskiftið.