Gott at fáa útlendsk konufólk til Føroya

Føroyingar taka ongan skaða av, at blóðið verður blandað, heldur løgmaður, men Jóna Mariuasardóttir Mortensen mælir til varsemi

- Vit noyðast at lata dyrnar upp fyri útlendskari arbeiðsmegi.

 

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Hann sigur hetta, nú samgongan arbeiðir við ætlanini um at gera tað lættari hjá útlendingum at koma til føroya at arbeiða.

 

Mett verður, at ta er neyðugt, tí at vit manga skikkaða arbeiðsmegi í Føroyum á nógvum økjum.

 

Serliga er stórt trot á handverkarum av ymsum slagi, ikki minst tí at norskt vinnulív, og partvíst eisini danskt, hevur drenað landið fyri handverkarar av ymsum slagi.

 

Samstundis standa stórar útbyggingar fyri durum í føroyum, fyrst og fremst skúladepilin í Marknagili.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í longri tíð arbeitt við eini lóg, sum hann ætlar at leggja fyri Løgtingið, sum fer at gera tað lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.

 

Men løgmaður heldur, at fáa vit útlendska arbeiðsmegi hendavegin, kunnu vit eisini fáa ein síðuvinning burtur úr.

 

- Og tað bilar einki um vit fáa nøkur útlendsk konufólk hendavegin, helt løgmaður á tingsins røðarapalli nú ein dagin.

 

- At blanda ílegurnar eitt sindur, taka vit slett ikki skaða av, tað er bara gott fyri okkum føroyingar, leggur hann afturat.

 

Annars var floksfelagi hansara, Jóna Mariusarfóttir Mortensen meiri ivingarsom.

 

Hon heldur, at vit eiga at ansa sera væl eftir og vit eiga at fyrireika okkum væl.

 

- Tað má vera soleiðis, at útlendingar bara koma hendavegin at arbeiða á økjum, har tað er nóg mikið av arbeiði, sigur hon

 

- Tað mugu vera heilt greiðar reglar fyri, at ikki ikki fáa útlendingar hendavegin bara at ”fylla upp”.

 

- Eg hugsi um okkara lítla land. Vit kunnu bara hugsa um Danmark, hvussu tað sær út. Skulu vit taka ímóti fremmandafólki, skulu vit vera væl fyrireika, tí vit vita ikki, hvørjum vit koma at taka ímóti, sigur Jóna Mariusardóttir Mortensen.