Gott at fáa stig

– Hjá okkum kom tað øgiliga væl við at fáa stig, tí hóast KÍ vann og B36 spældi javnt, er munurin ikki størri enn so, at vit eftir tveimum dystum kunnu taka tey aftur, segði Jóhan Petur á Stongum, sum skoraði útjavnandi málið fyri 07 Vestur ímóti NSÍ, smáar 10 minuttir eftir at hann var skiftur inn.

– Vit trúgva framvegis upp á tað, tí enn eru 21 stig eftir at spæla um. Og haraftrat hava vit eisini bæði KÍ, B36, ÍF og AB eftir, so nógv kunnu vit avgera sjálvir.

Jóhan Petur helt, at dysturin ímóti NSÍ var ein lívligur dystur, um hann kanska ikki var so væl spældur, tí málkjansir vóru nógvir báðar vegir.

– Javnleikur var kanska í lagi, tí bæði lið høvdu sínar møguleikar at avgera, og aftan á dystin haldi eg, at spælarar á báðum vóru vónsviknir av, at tað ikki eydnaðist at vinna, segði hann.