Gott at fáa búskapargrunn aftur

Bárður Kass Nielsen, Nýtt Sjálvstýri, heldur tað vera skilagott at seta búskapargrunnin í gongd aftur

-Tað dr sera skilagott at hendan samgongan roynir at seta B´suakpargrunnin at virka aftur. Er tað nakað land, sum hevur brúk fyri einum búskapargrunni, so er tað Føroyar.

 

Soleiðis segði Báður Kass Nielsen, framsøgumaður fyri Nýtt Sjálvstýri. Hann helt tó, at 20 prosent av 50 milljónumikki eru so nógvir pengar, men at hetta er ein byrjan.

 

Hann segði, at karmarnir meta ein vøkstur uppá sjey prosent í fimm ár, men hann dugir illa at síggja, hvussu ta´ð fer at bera til at halda útreiðsluvøksturin niðri á 1,2 milljónum krónum.

 

-Eg taki undir við nógvum av tí, sum stendur í kørmunum. Tað sær skilagott út, segði Bárður Kass Nielsen