Fólkatingsval
Edvard Joensen
Óli Breckmann, fyrrverandi fólkatingsmaður, sigur, at tað var gott, at valið týsdagin ikki var ein fólkaatkvøða um fullveldispolitikkin hjá samgonguni.
Hann gleðist um, at ætlaða fólkaatkvøðan í mai varð avlýst.Tí hevði hon verið hildin, er fryktandi fyri, at hon hevði víst eitt líknandi úrslit sum hetta valið, og so hevði alt steðgað upp, og einki meira hevði hent á fullveldisleið nakrantíð, væntar hann.
Tað var prísurin fyri ábyrgd og slit, sum gjørdi, at fólkafloksmaðurin ikki varð afturvaldur á Fólkating, sigur Óli Breckmann, sum fall eftir at hava sitið 18 ár á Fólkatingi.
Hann ásannar, at fólkatingsvalið ikki gjørdist tann álitisváttan, sum hann bað veljaran um undan valinum. Serliga førdi hann fram, at føroyingar áttu at geva Anfinni Kallsberg, løgmanni, eina álitisváttan við at atkvøða fyri Fólkaflokkinum og á tann hátt vísa sítt takksemi fyri tað megnar arbeiði, løgmaður hevur gjørt heima í Føroyum.
Men tann álitisváttanin kom ikki. Heldur gekk tað soleiðis, at samgongan misti meirilutan. Serliga gekk tað út yvir tann lítla samgonguflokkin, Sjálvstýrisflokkin, sum var fyri eini rættiligari vanlukku, sigur Óli Breckmann.
Ásannandi at ábyrgd slítir, metir Óli Breckmann kortini, at løgmaður fekk eitt gott persónligt úrslit. Eisini havandi í huga, at Fólkaflokkurin vanliga metir Óla Breckmann sum høvuðsvalevnið á einum fólkatingsvali, sigur hann.
Óli Breckmann hevur hug at rógva fram undir, at tað er ikki skilagott at halda fram við fullveldispolitikki Tjóðveldisfloksins, um nakað skal náast á sjálvbjargnisleið. Heldur eigur at verða arbeitt fram í móti semjum eftir Heimastýrislógini, sigur hann, samstundis sum hann vísir á og fegnast um, at samgongan hóast alt hevur flutt Føroyar ein triðing nærri sjálvsavgerðarrætti við at minka blokkin við hesum sama triðingi.
Hóast hann heldur, at løgmaður gjørdi eitt bragd, tá hann vendi frá fullveldisleistinum aftur til Heimastýrislógina, sigur Óli Breckmann seg ikki fríggja til heimastýrisflokkarnar eftir samstarvi eftir eitt komandi løgtingsval. Tí teir vóru sera hart í móti tí niðurskurði av blokkinum, sum samgongan framdi, tá Tjóðveldisflokkurin var komin upp á pláss aftur, sum hann tekur til.
Hóast hann ikki er fólkatingsmðaur meira, fer Óli Breckmann ikki at fáa tíð at keða seg, sigur hann. Hann sigur seg sjálvan vera ein tann mest politiska skapningin, hann veit um.
Politikkur er bæði arbeiði og ítriv hjá sær, sigur hann. Og líka mikið um hann hevur ein ella tveir sessir at røkja, fer tíðin ikki at røkka til kortini, sigur Óli Breckmann, sum nú fer at gera seg út til løgtingsvalið, har hann ætlar at selppa at stilla upp í Suðurstreymoy, sum er hansara valdømi.
Mynd - Óli Breckmann
Myndatekstur:
Óli Breckmann fegnast um, at fólkaatkvøðan, sum ætlandi skuldi vera í mai, varð av ongum, tí hevði hon víst smaa úrslit sum fókatingsvalið, hevði hon verið ein vanlukka fyri politikkin hjá samgonguni, heldur hann
Mynd: Jens Kristian Vang