Gott at arbeiða á flakavirki

- Eg veit ikki rættiliga, hvat eg fari at gera tá eg verði liðug við 10. flokk. Kanska fari eg at halda fram her á NORÐFRA, kanska finni eg uppá okkurt annað, sigur 16 ára gamli Justrid Joensen í Hvannasundi.

Norðdepil: - Mær dámar sera væl at arbeiða her, men um eg fortseti – tað fer tíðin at vísa, sigur hon við Sosialin.

Hósdagin í farnu viku vóru vit á vitjan á virkinum NORÐFRA í Norðdepli. Her var nakað av fólki til arbeiðis henda kalda januardagin.

Júst hesa løtuna vórðu tey órógvað av einum heldur sjáldsomum vetrargesti: Ein týskur ferðamaður var komin framvið við bili sínum fyri at keypa føroyskan fisk.

Hann skuldi til Danmarkar við Norrönu, sum lá í Ánunum, fáar tímar seinni. Gott var at fáa eitt gott kók ella fleiri heim við sær aftur.

- Mær dámar væl at arbeiða her. Tað er altíð gott at forvinna sær nøkur oyru, sigur Justrid við einum brosi.

Í morgun fór hon fyrst í skúla í Klaksvík, men so skjótt sum dagurin var liðugur, fór hon norðurum aftur. Longu klokkan hálvgum eitt fór hon til arbeiðis.

- Eg vænti, at vit arbeiða til klokkan fimm í dag, sigur hon.


Kalt arbeiði

Hóast sín unga aldur, eigur Justrid longu síni mongu spor á virkinum í hesi lítlu bygdini á Borðoynni.

Hon byrjaði so smátt at arbeiða her aftaná skúlatíð, meðan hon gekk í 9. flokki.

Og nú hon gongur í 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, hevur hon hildið fram við hesum.

Tað er jú altíð gott við nøkrum oyrum aftrat í tí dagliga!

Arbeiðsdagarnir eru sjálvandi ymiskir. Onkutíð er nógv at gera, meðan tað er heldur minni til aðrar tíðir.

- Tað strævnasta er at standa aftanfyri bandfrystarin. Tað vil siga, - tað er kanska ikki so øgiliga strævið, men tað er eitt sera kalt arbeiði, sigur Justrid.


Raspað fløk

Tá ein arbeiðir á einum slíkum virki, sum í lýsingum sínum kallar seg veitara av fyrstafloks fiskavørum, kunnu arbeiðsuppgávurnar vera so ymiskar.

- Jú, mítt arbeiði er rættiliga fjølbroytt. Onkutíð pakki eg, og til aðrar tíðir standi eg aftanfyri bandfrystarin ella arbeiði við at raspa fløk, greiðir Justrid frá.

Henda hósdag seinnapart, tá vit hittu hana á NORÐFRA, var hon í ferð við at gera ein stóran bunka av eskjum klárar.

Í rúminum merkist ein týðiligur angi av teirri vøruni, sum skal í hesar eskjurnar: Raspað fløk.

Hegnisliga ger hon eskjurnar til og setir tær upp á rað. Tað er týðiligt at síggja, at hetta er ikki fyrstu ferð at hon roynir seg í hesum.


Góður tónleikur

Nú hevur Justrid longu arbeitt her í eina tíð, og hon veit tí nakað um, hvussu tað er at arbeiða á einum slíkum virki.

Her finnast fólk í ymiskum aldri, men hon kann kortini fegnast um, at tær eru í hvussu so er tríggjar gentur á hennara aldri.

- Tað er í fínasta slag at arbeiða her, sigur Justrid við einum brosi.

Hóast tær vanliga hava úr at gera, er kortini onkur lítil løta, har tær kunnu stinga høvdini saman og líka fáa eitt stutt prát, áðrenn tær skunda sær aftur til arbeiðis.

Tann einasti – og kanska besti – fylgisveinurin gjøgnum arbeiðsdagin er MP 3-spælarin og oyrasnigilin.

- Mær dámar sera væl at lurta eftir tónleiki, meðan eg arbeiði, sigur Justrid.


Telda, filmar og vinir

Vanligi gerandisdagurin hjá Justrid byrjar við skúlagongd í Klaksvík, og so fer hon til arbeiðis á virkinum í Norðdepli einar 3-4 ferðir um vikuna.

Henni dámar væl at arbeiða her, men gleðir seg eisini til at hava frí hinar seinnapartarnar í vikuni.

- Tá eg havi frí, eri eg sum oftast heima við hús, sigur hon.

Í heimbygdini Hvannasundi eru nógv ungfólk. Í hennara aldri eru tey eini fimm í tali.

Hon plagar ikki at íðka ítrótt, men dámar hinvegin væl at sita við telduna, hyggja eftir filmi og lurta eftir tónleiki.

- Annars fylgist eg við hinum ungu í bygdini, sigur Justrid





FAKTA


NORÐFRA

NORÐFRA er veitari av fyrstafloks fiskavørum til føroysku heimini og til stórkøkar.

Felagið NORÐFRA hevur egna framleiðslu á flakavirkinum við sama navni, og hevur heimstað í Norðdepli.

NORÐFRA er eitt løggildað virki, sum umframt at selja fyrstafloks fiskavørur til føroyingar, eisini selur tær føroysku fiskavørurnar til keyparar í USA og á europeiska marknaðinum.