Flutningsfelagið Samskip í Kollafirði heði 5,7 milliónir krónur í yvirskoti í ársroknskapinum fyri 2017. Tað er slakar tvær milliónir betri enn árið fyri, tá úrslitið var beint undir tríggjar milliónir krónur.
Høvuðsvirksem hjá P/F Samskipum er flutningstænasta og rakstur av køli- og frystihotellinum í Kollafirði. Felagið er veitari av køliflutningsloysnum í Norðuratlantshavi til Føroya og Íslands uttan úr heimi.
– Heimsumfatandi netverkið hjá okkum við logistikkpartnarum er eitt gott val, tá tú skalt senda góðs til Íslands ella Føroyar, sigur felagið á heimasíðu síni.
Nevndarformaður í P/F Samskip er Thorarin Thorarinsson, formaður. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Gudmundur Tór Gunnarsson og Jens Christian Daneilsen. Sjúrður Johansen í Hoyvík er stjóri.
Samskip rindaði 31 milliónir krónum í lønum í fjør til tey 75 fólkini, sum starvast hjá felagnum. Eginognin er nú 9,6 milliónir krónur, og vinningsbýti til partaeigararnar er 6,5 milliónir krónur.
Seinastu 10 ársúrslitini hjá Samkip hava verið:
2017: 5,8 milliónir krónur
2016: 3,0 milliónir krónur
2015 -3,4 milliónir krónur
2014: 1,6 milliónir krónur
2013:1,9 milliónir krónur
2012: 3,9 milliónir krónur
2011: 1,5 milliónir krónur
2010: -0,3 milliónir krónur
2009: -0,9 milliónir krónur
2008: 0,75 milliónir krónur
2007: 10,0 milliónir krónur