Árið 2012 royndist væl hjá trimum av fýra møblasølum í høvuðsstaðnum. Serliga væl royndist árið hjá Idémøblum, sum hevði eitt yvirskot upp á 4,05 milliónir krónur.
Næstbesta úrslitið hevði Skemman, har yvirskotið var 2,9 milliónir krónur, meðan Eikin hevði eitt ársúrslit fyri 2012 upp á 345.000 krónur.
Verri gekk hjá Litaval, sum hevði eitt hall í roknskapinum fyri 2012 upp á slakar 2,3 milliónir krónur.
Hyggja vit nærri at lyklatølunum hjá hesum fýra handlunum, so síggja vit, at Føroya Møblasøla (Idémøblar) hevur havt góð úrslit í fleiri ár, har tað hevur ligið úr einari millión upp á hálva fimtu millión seinastu árini. Felagið hevur eina eginogn upp á 70 milliónir krónur.
Skemman hevur eisini góð úrslit at vísa á seinastu árini. Tað hevur ligið úr umleið trimum milliónum heilt upp í slakar níggju milliónir. Eginognin hjá Skemmuni er slakar 22 miliónir krónur
Úrslitni hjá Eikini hava ligið úr nøkrum hundraðtúsund upp móti milliónini, og hall hevur hevur okkurt árið. Eginognin hjá Eikini er fimm milliónir krónur.
Litaval hevur havt reyð tøl á botnlinjuni í fimm ár á rað. Hallið hevur ligið úr tveimum milliónum upp í slakar 10 milliónir krónur. Eginognin hjá Litaval er slakar fýra milliónir krónur.










