Gott ár hjá Føroyahúsinum

2014 gjørdist eitt gott ár hjá Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hetta sigur leiðarin, Hans Petur í Brekkunum.

2014 gjørdist eitt gott ár hjá Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Hetta sigur leiðarin, Hans Petur í Brekkunum.

 

Serstakliga hevur leygardagsbrunsjurin verið væl vitjaður, og bíliga fríggjadagsbarrin til tey lesandi hevur eisini fingið góða undirtøku. Bindicaféin er eisini komin væl frá landi, og føroyska gourmetkvøldið í heyst var útselt.

 

Í byrjanini av 2015 letur húsið dyrnar upp fyri teimum lesandi, so tey í friði og náðum kunnu arbeiða við uppgávum teirra. Tráðleyst internet er í Føroyahúsinum.