In.fo hevur í kvøld frætt frá skiparanum á Ågot, Hjalturi Poulsen, sum er á veg heim úr Grønlandi. Skipið hevur verið í Grønlandi tað mesta av einum hálvum ári, og tað er eitt hálvt ár, siðan skipið loysti í Klaksvík.
Hesar mánaðirnar í Grønlandi hevur Ågot ligið inni í Umanak-fjørðinum og tikið ímóti svartkalva frá grønlendskum jollu-fiskimonnum. Svartkalvin, sum gjørdist umleið 1200 tons tilsamans, er frystur umborð og landaður upp í frystibingjur í Grønlandi.
Hetta hevur verið ein langur teinur hjá Ågot og manning heim úr Grønlandi, og nú teir í nátt nærkast landi í Føroyum, hava teir lagt heilar 2000 fjórðingar aftur um seg, og tað er ein øgiligur teinur.
- Vit hava verið í sving hvønn dag á heimferðini. Vit hava vaskað og gjørt skipið klárt til línuveiði. Okkurt smávegis viðlíkahaldsarbeiði er eisini gjørt. Tá hetta verður gjørt nú á heimferðini, slepst undan hesum, tá vit eru komnir heim.
Hjaltur Poulsen sigur, at Ågot ætlandi verður á Klaksvík klokkan 09.30 í morgin, og skiparin dylur ikki fyri, at hann og manning hansara gleða seg at koma heimaftur.
- Tað næsta hjá okkum verður Flemish Kap, og væntandi verður farið avstað aftur beint eftir jól. Tá vit koma heimaftur av Flemish Kap og hava verið nakrar túrar undir Føroyum, er ætlanin at fara aftur til Grønlands, sigur skiparin á Ågot.