Ågot maskinbrek

Tá Ågot fór av fiskileið og sigldi móti Noregi, fingu teir okkurt smávegis maskinbrek, og vórðu tí noyddir at biðja um sleip.

Tað skrivar Fiskiveiðieftirlitið á heimasíðu síni.

Ågot var tá staddur einar 120 fjórðingar úr Føroyum, og Brimil er nú á veg á staðið at geva klaksvíksbátinum sleip.

Reiðaríið sigur, at Ågot hevur 82 tons av frystum fiski, sum svarar til umleið 200.000 pund av feskum.

Roknað verður við, at Brimil verður í Noregi við Ågot einaferð í nátt, og reiðaríið væntar, at brekið kann umvælast skjótt, so skipið sleppur til fiskiskap aftur.