Fiskivinna
Línuskipið, Ågot, landaði á Kósini mikudagin. Hetta var ein góður túrur. Teir høvdu tilsamans 9 setur og fingu heili 150.000 pund. Nógv tann størsti parturin av veiðini ? ella eini 100.000 pund, var toskur.
Polarstjørnan landaði á Kósini mánadagin. Teir høvdu 110.000 pund. Hendan túrin vóru teir á Føroya Banka. Meginparturin av veiðini var hýsa.
Upsi frá Beta
Kósin hevur eisini keypt eini 120.000 pund av upsa frá P/F Beta í Saltangará hesa vikuna.
Tá ið Sosialurin frætti hósdagin, var ikki greitt, um nøkur onnur landing verður til virkið hesa vikuna.