- So eru vit komnir til Grønlands. Vóru inni í Jakobshavn/ Ilullissat í nátt eftir fólki og útgerð. Vit sigla í løtuni gjøgnum Disko Buktina og verða í Ummannak seinni í kvøld.
Tað sigur Símun í Vátutoft, sum er við Ågot í Grønlandi, har teir skulu taka ímóti fiski frá grønlendskum útróðrarmonnum, sum fiska í jollum og smáum bátum.
Hann vísir á, at ferðin yvir gekk væl, og teir brúktu beint undir níggju samdøgur - av Klaksvík og til Jakobshavn.
- Á ferðini yvir bleiv eitt sindur av viðlíkahaldsarbeiði gjørt, og eisini høvdu vit onkrar venjingar, sum vit plaga at gera, sigur Símun í Vátutoft, sum er óførur at lata frætta.









