Ågot avskipar í Umanak í dag

Samlaða nøgdin av svartkalva, sum Ågot hevur tikið ímóti, síðan skipið kom til Grønlands, er sløk 300 tons.

- Her kann vera sera flottur sjógvur. Vit vóru heilt inni ímóti glesjaranum í botninum á Umanak fjørðinum nú um dagarnar.











 

Tað sigur Símun í Vátutoft, sum er við Ågot í Grønlandi, har teir liggja inni í Umanak-fjørðinum og taka ímóti svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum.

 

- Vit skulu avskipa í Umanak í dag. Hava umleið 50 tons í lastini umframt eini 4-5 tons á dekkinum.

 

Símun í Vátutoft sigur, at tað er sera trupult at sleppa av við fiskin har norðuri, tí tað er bara eitt farmaskip, sum siglir har um leiðir, og farmaskipið skal til nógvar ymiskar bygdir.

 

- Vit kunnu bara fylla fýra tjúgu fóts bingjur í dag, og her fara umleið 12 tons í hvørja bingju, leggur hann aftrat.

 

Síðan Ågot kom til Grønlands at taka ímóti svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum, hava teir verið inni og avskipað tilsamans fýra ferðir.

 

Fyrsta avskiping var 50 tons, onnur 75, og triðja avskiping var á 115 tons. Hesaferð hava teir so tey umleið 50 tonsini í lastini - og eini 4-5 tons aftrat á dekkinum.

 

Samlaða veiðan, sum Ågot hevur tikið ímóti, síðan skipið kom til Grønlands, er sløk 300 tons.