Gospeltónleikur skal menna fyritøkur

Danskar fyritøkur eru farnir at brúka gospeltónleik í royndini at samansjóða og motivera síni starvsfólk. Hoyr um nýggja rákið í morgunsendingini á Rás 2 Alt fleiri danskar fyritøkur og stovnar senda boð eftir gospelsangarum fyri at menna síni starvsfólk. Á serligum gospelsangskeiðum skulu starvsfólk royna síni mørk, og harvið motiverast til ein betri innsats á arbeiðsplássunum.

 

Men ber hetta til? Hvussu kann gospeltónleikur menna eina fyritøku? Og hvat siga fólk til hetta.

 

Morgunnsendingin á Rás 2 tosar í dag við Christine Boelskifte, gospelsangar, ið heldur slík skeið.