Gospelkvøld á Jazzfestivalinum

Eins og vanligt hevur verið leingi, er hóskvøldið á Jazzfestivalinum halgað gospeltónleikinum

Ein eins fastur táttur og sjálvur Jazzfestivalurin er eitt gospelkvøld á sama festivali. Ofta hevur hetta gospelkvøldið verið eitt hóskvøld og soleiðis er eisini í ár.

Í kvøld verður høvuðsnavnið á Tórshavnar jazz-, fólka- og bluesfestivali nevniliga Stavanger Gospel Choir, ið telist millum bestu gospelkór í Noregi.

Tjúgu sangarar og tónleikarar eru við kórinum, sum fyrr í ár hevur verið á konsertferð í London og Hollandi.

Kórið er kent uttan fyri Norra og á millum øðrum fleiri týskum tónleikaheimasíðum ber til at keypa fløgur hjá kórinum.

Stavanger Gospel Choir framførir í konserthøllini í Norðurlandahúsinum klokkan tíggju minuttir yvir tíggju í kvøld.

Fyrr um kvøldið verður konsertsalurin fyltur við svingandi bigbandtónum frá danska Swinging Link.

Hetta er eitt lítið bigband úr Hjørring, ið millum annað eisini nýtir ljómborð til at fylla út í ljóðmyndini.

Kvøldið í kvøld byrjar annars við einari vestnorðurlendskari blanding av jazztónleikarum, ið fara at spæla løg hjá Louis Armstrong í forhøllini í Norðurlandahúsinum.

Bólkurin er mannaður við tveimum dønum, tveimum grønlendingum og tveimum íslendingum umframt av Brandi Øssurssyni, ið eisini er høvuðsfyrireikari av Jazzfestivalinum.

Hini bæði nøvnini á skránni í kvøld eru Trevor Hunter Folk Duo úr Hetlandi og Kurts Blues Band úr Ålandi.

Fyrstu tónarnir í Norðurlandahúsinum í kvøld verða blástir klokkan hálvgum átta.