Gospelkonsert til frama fyri AIDS-rakt børn

Spennandi gospeltiltak verður í ítróttarhøllini í Runavík í kvøld klokkan 19.30 og 22.00. Spennandi gospelkonsert verður í Ítróttarhøllini í Runavík í kvøld 24. oktober. Konsertin er í tveimum pørtum - kl. 19.30 spæla Magni Christiansen og Theodor Petersen. Kl. 22.00 spæla T.O.S., Credo og The Last Breath.

Kostnaður fyri konsertina kl. 19.30 er 195 kr. Tann seinna konsertin kl. 22.00 kostar 125 kr. Um tú keypir atgongumerki til ta fyrru konsertina fyri 195 kr. fært tú eisini atgongd til seinnu konsertina.

Yvirskotið av gospelkonsertini fer til stuðul til barnaheimið Jajja í Uganda.

Heimið Jajja, Kampala, er eitt serligt kristiligt átak, ið hevur til endamáls at minka um árinið av HIV & AIDS á børn við at veita læknaligar metingar, umsorgan og viðgerð av sjúkum børnum, ráðgeving og andaliga vegleiðing, ráðgeving um kostvanar, persónligan stuðul, og við at læra tey okkurt handaligt umframt at stuðla teimum við stuttleika og spæli.

Endamálið hjá Heiminum Jajja er at hjálpa so nógvum børnum sum gjørligt og at stovna líknandi tiltøk í Uganda fyri lágan kostnað í økjum við lítlum tilfeingi.

Føroyska innsavningin, sum fyri gott einum ári síðani gav yvir 100.000 krónur, og sum Kristnastova saman við Lívdini skipaði fyri, er farin til raksturin av heiminum í hálvtanna ár. Fyrireikararnir av stuðulstiltakinum í fjør hava fingið eina nágreiniliga frágreiðing frá Uganda, sum í smálutum greiðir frá hvussu peningurin úr Føroyum er komin AIDS raktu børnunum til góðar.

Gjamma skipar fyri konsertini í kvøld.