Gospelkonsert úti

Á vestanstevnu verður roynt við nøkrum nýggjum tiltøkum. Eitt av hesum er ein úti-gospelkonsert

Frants Jensen


Á vestanstevnu verða eisini fleiri tiltøk fyri teimum, sum hava áhuga fyri tí andaliga. Tað er ungdómsbólkurin í missiónshúsinum í Miðvági, sum stendur fyri fleiri av hesum tiltøkunum.

Leygarkvøldið kl. 21 hava tey gospelkonsert niðanfyri Mylnuna. Tveir bólkar verða við til hesa konsertina. Tað er bólkurin MMM, mannaður við fólki úr allari Vágoynni, og ein Blue Gras bólkur við Sofus Polusen úr Havn, sum koma at syngja og spæla. Nakað av felagssangi verður eisini. Eftir midnáttarsamkomuna hava tey opið hús í missiónshúsinum.

Sunnudagin hava tey barnamøti niðanfyri Mylnuna. Her fer eisini barnakórið í Sørvági at syngja, og kl. 18. er útimøti.

Útimøti hevur verið áður í sambandi við vestanstevnu í Miðvági, men úti-gospelkonsert hevur ikki verið roynt áður.