Tíðindaskriv
Leygarkvøldið kl. 22 verður Mentanarhúsið í Fuglafirði aftur karmur um eina konsert. Hesaferð verður tað tann árliga gospelkonsertin, sum HeimaMissións Ungdómur skipar fyri.
Bólkarnir í ár vera í sang- og tónleikastíli rættiliga ymiskir, so øll, ið bert hava eitt sindur av áhuga fyri tónleiki skulu nokk fáa okkurt, sum fellur í smag.
Umframt nógvan tónleik, verður eisini ein andakt á skránni, felagssangur og kaffisøla.
Bólkarnir vera:
Thirst, Eysturoy
MMM, Vágar
VOX, Eysturoy
Credo, Klaksvík.