Vox er myndað av 26 ungum fólkum úr Heimamissiónini, og kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen av Strondum.
Gospelkórið, sum tað fyrstu tíðina varð kallað Voices of Praise, hevur nú tilsamans fýra ár á baki, og hesi árini hevur kórið havt fleiri framførslur serliga í sambandi við ymisk tiltøk hjá Heimamissiónini. Vox syngur rytmiskan gospelsang, sum í samband við jólahátíðina, verður av tí meira friðarliga slagnum. Afturat sær hevur Vox nakrar góðar tónleikarar, sum vanliga plaga at spæla til konsertirnar hjá kórinum.
Á jólakonsertini verða flest føroyskir sangir framførdir, men onkur útlendskur verður innímillum. Umframt tað samlaða kórið verða eisini nakrar framførslur frá einstaklingum í kórinum.
Gospelkórið Vox bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á jólakonsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum sunnudagin kl. 16.










