Eini hálvthundrað fólk teknaðu seg til Suðuroyar Gospelfestival, sum var um vikuskiftið. Tað er Jens Knudsen, sum saman við sínum gospelkórið ? Suðuroyar Gospelkór ? er høvuðsmotorurin handan tiltakið.
Jens Knudsen letur væl at tiltakinum. Ikki bara suðuroyingar tóku lut, men eisini fitt av fólki aðrastaðini frá í landinum komu suðureftir at syngja gospel í eitt vikuskifti.
Uppskriftin er á leið hin sama, sum til flestu kórstevnur; sangur og venjing í nakrar dagar og endað verður við eini rimmar konsert.
Í Gospelkórinum eru fleiri góðir solistar og ein teirra, Guðrun Sólja Jacobsen, er trúgvur stuðul í kórinum og hevur kanska eisini lokkað onkran luttakara at koma suður at syngja við henni.
Eftir at hava sungið og vant og annars havt tað stuttligt saman í vikuskiftinum, var guðstænasta leygarkvøldið, har kórið Vox var gestaluttakari.
Gallakonsert var sunnudagin, har dugnaligu solistarnir og luttakararnir vístu, hvat komið var burturúr. Savnaður var eisini dugnaligur tónleikabólkur, ið stuðlaði væl og kom væl frá uppgávuni.
Eini 150 fólk høvdu leitað sær í høllina í Trongisvági at njóta gospelsangin.
Eitt væleydnað vikuskifti var av og troyttir, men glaðir, luttakarar kundu fara til húsa eitt upplivilsi ríkari, eins og áhoyrararnir. Suðuroyar Gospelfestivalur, ið hevur heimasíðuna www.sgf.fo, verður væntandi afturvendandi tiltak, siga troyttu, men væl nøgdu fyrireikararnir, og teir fegnast um, at gospel er ein tónleikagrein, ið eisini vinnur fram í Føroyum, eins og í londunum kring okkum.










