Gospel til frama fyri flóttafólk í Kongo

Sunnukvøldið var konsert í Ment­an­ar­húsinum í Fuglafirði við VOX og Ettu Cameron. VOX framførdi fyrst sínar egnu sangir og síðani kom Etta við.
Sangararnir í VOX vóru stuðulssangarar hjá Ettu, og tað kláraðu teir bara væl, hóast tey ikki høvdu nógva tíð at venja saman við henni.
Konsertin byrjaði við fram­førsluni hjá VOX. Frálíka kórið við útvaldum sangarum var eitt sindur skert hetta kvøldið.
VOX legði út
Tað er kanska ikki altíð lætt at byrja eina slíka konsert, har ið tey flestu vóru komin fyri at hoyra Ettu Cameron, men VOX kláraði seg tó væl.
Kórleiðarin Ásbjørn er altíð lívligur, og hann royndi eisini at fáa áhoyrarar­nar við uppá tað, hóast tað gekk eitt sindur trekt.
VOX sungu tveir frálíkar sangir hjá Kirk Franklin. Til tann seinna kom tann obligatoriska ”syngi við-session”, sum altíð er til gospel­konsertir. Áhoyrar­ar­nir tóktust tó ikki at vera so væl upplagdir at syngja. Tað var tó ikki tí, at teir vóru ónøgdir við fram­førsl­una, tí at tey klappaðu hart eftir framførsluna hjá VOX
Eftir hetta sungu VOX sangin ”Eig mítt hjarta”. Hetta er ein frálíkur atmos­feriskur sangur við gittar­solo, durhækkan og øllum sum hoyrir til. Frálíku sang­ararnir megnaðu at geva undirritaða gásarhold til hendan sangin. Besti sang­urin hjá VOX hetta kvøld­ið!
Keyp eitt hús í Kongo
Ein umboðsmaður frá ADRA rósti VOX sera nógv eftir teirra framførslu.
- Jeg har sunget i kor i 40 år, men det her er det bedste, jeg nogensinde har hørt, segði hann.
Síðani varð kunnað um støðuna í Kongo, og ar­beiðið hjá ADRA, meðan myndir vóru vístar frá uppvørpu. Alt yvirskotið frá konsertini fer til hús til afturvend flóttafólk í Kongo. Tað var eisini møgu­leiki at fíggja eitt heilt hús í Kongo fyri 3.200 krónur ella geva eina minni upp­hædd til arbeiðið hjá ADRA.
Ímeðan innsavningin gekk, spældi Paulo Russo, pianisturin hjá Ettu Came­ron, nøkur instrumental løg.
Etta hevði ein boðskap
Eftir innsavningina kom Etta klappandi inn og sang sangin ”Crown him” við henn­aru myrku, djúpu rødd.
Hon legði við næsta sang­inum dent á, hví hon var í Fuglafirði hetta kvøldið. Teksturin segði, ”If I can tell somebody about Jesus Christ, my living shall not be in vain”. Etta syngur sera væl, og hon dugir eisini sera væl at greiða áhoyrar­anum frá, hvat liggur á henn­ara hjarta.
Hon brúkar kropsmálið sera nógv, og hóast áhoyr­ar­arnir kanska ikki orkaðu at klappa allatíðina til sang­ir­nar, so vóru teir ”við uppá tað”.
Føroyingar eru eitt sindur afturhaldnir og reserveraðir, men Etta megnaði tó at fáa áhoyrararnar so nøkunlunda úr sínum góða skinni, tí at hon heitti uttan steðg á áhoyr­ararnar um at klappa til sangirnar.
VOX kom inn á pallin aft­ur til sangin ”Christ is all the World to Me”. Tað hoyrd­ist, at sangararnir í VOX vóru ikki eins tryggir og til teirra egnu framførslu, men tað er ikki so løgið, tá ið hugsað verður um, at tey einans høvdu ein seinnapart til at venja saman við Ettu.
Sterka útstráling
Til ”When the Saints come marching in” varð improvi­serað. Tað var flott at hoyra Ettu sláa seg púra leysa, og Vox megnaði væl at fylgja við,
Etta Cameron er sera fang­andi á pallinum, tí at hon hevur eina sterka útstrál­ing. Hon livir seg fult út inn í sangin. Hon tykist eisini at vera eyðmjúk. Tó megnar hon at bera framførsluni.
Áhoyrararin fekk veruliga álit til Ettu, tá ið hon gekk út millum fólkini og heilsaði uppá tey, meðan hon sang ”We´ll walk hand in hand”.
ADRA hevur eina visjón um ein heim, har ið fólk tæna hvør øðrum. Tí varð Etta biðin um at syngja ”If I could help Somebody” um­aftur, eftir at hon varð klapp­að upp aftur.
Etta varð klappað upp til enn eitt eykanummar, og tá vóru áhoyrararnir nøgdir. Konsertin var sera góð, og fólk tóktust vera einum máli um, at VOX var líka gott sum Etta, hóast fram­førslan hjá Ettu var eitt sind­ur meira eksotisk.