Gospel í heimsflokki

Linda Andrews vísti á Summarfestivalinum hvussu Gospel skal spælast, úr enda í annan var framførslan topp professionelt. Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews - Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men á Summarfestivalinum var sera trupult at lata vera við at varnast Lindu.

 

Við sær hevði Linda fýra føroyskar kórsangarar, ein føroyskan James á trummum og tríggjar fantastiskar útelndingar á gittara, bassi og keyboard. Bólkurin var so ótrúliga vælspælandi, at tónleikurin kýndi oyrunum. Soloir vóru leveraðar hegnisliga og við stórum kreativitetið. Bæði Linda og kórið sungu sum dreymar.

 

Sjálvt ein svorðin R?n?B hatari sum eg smeltaði og bleiv rørdur av tónleikinum.

 

Hetta kanska serliga tí Linda er ein gospel diva, ið ikki dettir í út-tambaðu R?n?B grøvina. Løgini vóru eisini øgiliga væl arrangeraði, soleiðis, at tað var áhugavert at lurta at.

 

Linda hevur nógvar royndir sum kórsangari og kórleiðari, men tað er eitt stórt lop at skula vera oddakvinna í einum bólki, og her vóru ávísir veikleikar at síggja. Serliga tá tað snúði seg um útstráling og kropsmál. Hennara armasvingan og peikifingrar tyktust dekan ov ónátúrlig. Har var ikki tað kropsliga gruvið, ið ofta eyðkennir gospel sangarar. Eisini vóru hennara lítlu røður millum løgini margháttligar, pedagogiskar á ein løgnan hátt. Tú kendi ikki, at hetta var stjørna, sum tosaði við okkum, men kanska heldur ein pedagogur á eini tónleikaterapi workshop, eg veit ikki um hetta er gott ella ringt, men tað kendist løgið.