Gos steðgar flogferðsluni

Í miðamerikanska landinum Nicaragua eru fleiri túsund fólk flýdd ella flutt frá húsum, eftir at landsins størsta gosfjall er farið at senda øsku langt upp í loft.

Tað 1.745 metrar høga San Cristobal byrjaði at goysa í gjár, og fjallið sendir nú øsku fimm kilometrar upp í atmosferuna. Tað hevur fingið myndugleikarnar at steðga allari flogferðslu til og úr landinum.

Myndugleikarnir í Nicaragua siga, at gosið er tað størsta í fleiri ár. Ætlanin er at flyta umleið 3.000 fólk burtur frá fjallinum, men verður gosið størri, verða umleið 20.000 fólk afturat flutt burtur haðani.

San Cristobal er einar 150 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Managua.