Gorpur Gamli vann í 1952

Í 1952 var kappróður fyri fyrstu ferð í Fuglafirði á Varmakeldu. Tvey áttamannafør róðu. Annað var Gorpur Gamli og hitt var ein bátur úr Gøtu. Peter Jacob Højsted eigur myndina omanfyri, og hann hevur greitt frá, hvussu róðurin gekk

Peter Jacob greiðir frá, at Gorpur Gamli var ein gamal grindabátur, sum fleiri mans áttu. Á myndini síggjast tveir av teimum sitandi framman fyri bátinum.
Manningin hevði vant nógv til fyrsta Varmakeldukappróðurin, og eydnaðist tað eisini teimum at vinna.
Peter Jacobi dámar ikki so væl at reypa, men hann sigur tó, at talan var um ein rættuliga sannførandi sigur.
Báturin hjá teimum bleiv sleipaður inn á Fuglafjarða poll. Og so lógu teir har, inntil róðurin kundi byrja.
Flennandi minnist Peter Jacob aftur á, at tað var mjørki.
? Vit kendu ikki málið, og tað segði róðursmaðurin hjá okkum eisini við hin. Tá tók hann so yvirlegin til, at tað skuldu vit ikki hugsa um, men bara rógva aftaná teimum inn, sigur Peter Jacob.
Men tað bleiv als ikki so. Bátarnir vóru nakað tættir í byrjanini, men endin var, at Gorpur Gamli vant burturúr hinum bátinum, og vann sostatt fyrsta FM róðurin á Varmakeldu nakrantíð.