Tað er og verður ongantíð vandaleyst at sigla, hóast skipini gerast betri og betri. Hvussu góð skipini enn eru, sleppa vit ongantíð undan, at vanlukkur fara at henda á sjónum.
Fyrr í vikuni fór ísfiskatrolarin, Gorpur, at leka. Teir partrola við Skrápi og vóru á veg út á fiskileið, tá ið funnið varð út av, at sjógvur var í maskinrúminum.
30 fjórðingar úr landi
Karl Jón Breiðaskarð, sum er maskinmeistari við Skrápi, sigur, at skipini loystu um 1-tíðina týsnáttina og vóru einar 30 fjórðingar úr Eystnesi, tá ið funnið varð út av, at sjógvur var í maskinrúminum.
- Tá ið teir umborð á Gorpi varnaðust lekan, stóð sjógvurin uppum botnventilarnar. Teir settu pumpurnar at lensa, men sóu skjótt, at tær ikki kláraðu at halda skipinum lens; tí varð motorurin slóktur, sigur Karl Jón.Boð vórðu send eftir hjálp, og tyrlan hjá Atlantsflogi og Tjaldrið gjørdu seg til reiðar at flyta pumpur út á skipið.
Sum skilst, gingu heilir tveir tímar, til tyrlan var á leiðini, og tá var Tjaldrið næstan komið út til Gorp og Skráp.
Ikki í lívsvanda
- Eg haldi, at tyrlan fekk pumpur frá Tjaldrinum, sum teir settu niður á Gorp, men áðrenn pumpurnar vóru komnar í gongd, var Tjaldrið komið á leiðina. Og ikki fyrr enn Tjaldrið eisini fór at pumpa, kundu teir halda skipinum lens.
Spurdur, um teir hildu, at tað tók ov langa tíð hjá tyrluni at koma út á leiðina, sigur Karl Jón:
- Tað dugi eg ikki at meta um, men eg haldi ikki, vit kunnu siga, at tyrlan var skjót á staðnum. Tíðin tykist altíð long, tá ið bíðað verður undir slíkum umstøðum.
Karl Jón leggur tó dent á, at eingin panikkur var umborð á Gorpi, og menninir vóru ongantíð í lívsvanda.
- Veðrið var gott, men tað var stór alda, sigur hann.Tá ið partrolað verður, fylgjast skipini, og sigast kann, at hetta í sjálvum sær er ein tryggleiki ? ikki minst, tá ið annað skipið hevur brúk fyri hjálp.
Tjaldrið fylgdi Gorpi til lands.
Rør skrædnað
Karl Jón Breiðaskarð sigur, at tað seinni vísti seg, at lekin stavaði frá einum røri, sum gongur frá botnventilunum upp í høvuðsmotorin.
- Hetta rørið var skrædn að, sigur hann.
Hví rørið er skrædnað, er ikki greitt, men maskinmeistarin heldur ikki, at hetta hevur nakað samband við tær umvælingar, sum gjørdar eru umborð á Gorpi, nú hann hevur verið til klassingar.
Hetta var fyrsti túrurin hjá Gorpi og Skrápi síðan hálvan desember.Sjógvurin í maskinrúminum er gingin útyvir ljósmotorar, elektromotorar og el-instalatiónina í maskinrúminum.
- Umvælingarnar verða gjørdar á Mekanik í Runavík, og her er tað so heppið, at alt, sum skal skiftast út, er á goymslu.
Karl Jón Breiðaskarð væntar, at skipið verður klárt at fara aftur til fiskiskap um eina viku.