Manningin hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni letur væl at Gorm, ið skal brúkast sum fyribils vaktarskip til fyrsta oktober næsta ár.
Skipið kom á Havnina mikukvøldið eftir ein sjaskveðurstúr úr Danmark umvegis Stavanger og Tvøroyri. Steðgurin á Havnini skal ikki vera langur, tí skipið skal longu í morgun út at røkja uppgávur fyri fiskiveiðieftirlitið.
Lítið men gott
Frá Vaktar- og Bjargingartænastuni verður sagt, at hóast skipið ikki er serliga stórt, ger framúr góða innrættingin, at plássið er gott umborð. Grønlendingar hava fyrr nýtt skipið til skúlaskip, og eisin hevur tað siglt við havbiologum, og tískil hevur verið neyðugt við góðum plássi.
Eftir oljuforðingum
Á vegnum heim til Føroya var Gorm inni í Stavanger eftir Oljuforðingum, sum vórðu lagdar upp á Tvøroyri.
Vaktar- og Bjargingartænastan hevur longu slíkar forðingar liggjandi í Klaksvík, men tað varð hildið vera ráðiligt, eisini at hava slíkar forðingar liggjandi í Suðuroynni.