Fiskivinna
Í gjár visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga, at trolbáturin Gorm, sum Føroya Banki herfyri keypti á tvingsilssølu fyri 20.000 krónur, helst verður seldur til Ný Sælands.
Tað var bankin, sum sjálvur kravdi tvingsilssøluna, eftir at bankin í november í fjør gjørdi úttøku í skipinum. Sum skilst, var talan um stívliga hálva miljón krónur, sum vóru falnar til gjaldingar.
Útvarpið visti at siga, at um dagarnar hava fólk úr Ný Sælandi verið í Føroyum og hugt at fleiri skipum og bátum, eitt nú trolbátinum Gormi.
Sambært útvarpinum er samráðingarnar millum partarnar um sølu av Gormi við at koma undir land.
Føroya Banki átti fyrsta veðrætt, sum var eitt skaðaloysisbræv upp á 12,9 miljónir krónur, og Norðoya Sparikassi annan veðrætt, sum var eitt eigarapantibræv upp á 12,2 miljónir krónur.
Sambært Skipalistanum var tað P/F Kneysur á Glyvrum, sum átti Gorm, og útgerðarmaður var Rodmundur Nielsen.
Gorm er smíðaður í Íslandi í 2003, er 21,95 metrar langur og 6,50 metrar breiður.
Trolbáturin hevur áður verið heimahoyrandi á Viðareiði undir navninum Gáshøvdi – og seinni í Sørvági undir navninum Gáshólmur.









