Trolbáturin Gorm sleit endarnar síðstu nátt og rak á land undir Statoil í Saltangará. Skipið lá við Bakkafrost, tá endarnir slitnaðu i nógva vindinum, ið var Havnameistarin hjá Runavíkar havn, Jón Rosenblad, sigur, at hann var ikki sjálvur á vakt, tá trolbáturin hjá Rodmundi Nielsen sleit um 02-03-tíðina. Annar maður var í hansara stað.
- Sum eg havi skilt, var vindurin um einar 20-22 metrar um sekundið og í ælunum móti morgni upp í einar 25-26 metrar.
Jón sigur, at Tjaldrið, sum lá á Kollafirði, var skjótt hjá Gormi, fekk trolbátin leysan úr landi og sleipaði hann yvir á Skála.
- Eg dugi ikki at siga, um nakað er komið upp á skipið, men vónandi er tað ikki so, sigur havnameistarin.
Jón Rosenblad sigur, at útnyrðingurin strekkir allan Skálafjørðin, men tíbetur hendi ikki øðrum skipum nakað, sum lógu við bryggju.










