Gore sigur ikki nei

Fyrrverandi varaforsetin vil ikki siga, um hann ætlar sær at verða forseti.

Tær seinastu vikurnar hava amerikanskir fjølmiðlar fleiri ferðir nevnt, at fyrrverandi varaforsetin Al Gore ætlar at royna at gerast valevni hjá demokratunum til forsetavalið næsta ár.

 

Men høvuðspersónurin sjálvur sigur seg hava lítlan hug at royna. Við vikublaðið Time sigur Al Gore, at hann hevur ikki so stóran áhuga fyri politikki longur. Men Time heftir seg við, at hann sigur ikki, at hann ikki fer at stilla upp, og tað ger hann heldur ikki nú.

 

-Eg havi ikki víst tankanum frá mær, men eg vænti ikki, at eg fari at royna, sigur hann við blaðið.

 

Annars heldur Al Gore, at hann hevur eina týdningarmikla uppgávu sum talsmaður fyri tiltøkum, sum skulu tálma veðurlagsbroytingunum.