Gordon Brown í trongum skóm

Nú minni enn ein vika er til parlamentsvalið í Bretlandi, vísa meiningakanningar, at tað gongur bara tann skeiva vegin hjá Labour og formanninum, Gordon Brown. Ein kanning, sum blaðið The Daily Mail prentar í dag, vísir, at Labour hevði fingið 24 prosent av atkvøðunum, um valið var nú. Tað er tvey prosentstig minni enn í síðstu viku.

Kanningin gevur teimum konservativu 33 prosent, sum er eitt prosentstig minni enn í næstseinastu kanning.

Harafturímóti hava liberalu demokratarnir framvegis framgongd. Kanningin hjá Daily Mail gevur teimum 32 prosent, sum er trý prosent meiri enn í kanningini fyri einari viku síðani.