Gorbatjov vil hava valið ógildað

Fyrrverandi sovjetski forsetin Mikhail Gorbatjov heldur, at russiska valnevndin eigur at ógilda tjóðartingsvalið, sum var seinasta sunnudag, og at skipa fyri nýggjum vali.

Ein embætismaður, sum arbeiddi á einum valstaði í Moskva, hevur greitt tíðindastovuni AP frá, hvussu tað bleiv svikað har, og Gorbatjov sigur, at myndugleikarnir eiga at viðurkenna svikið, eins og teir eiga at viðurkenna, at úrslitið av valinum er ikki í samsvari við vilja fólksins.

Sambært valnevndini fekk flokkurin hjá Vladirmir Putin, forsætisráðharra og Dmitrij Medvedev, forseta, Sameint Russland, 49,5 prosent av atkvøðunum og 238 av teimum 450 tingsessunum. Á valinum fyri fýra árum síðani fekk flokkurin 64 prosent og 315 tingsessir.