Gorbatjov styðjar Putin

Tann seinasti sovjetforsetin sigur tað vera rætt, at Krim verður partur av Russlandi.

Tær seinastu vikurnar hevur russiski forsetin, Vladimir Putin fingið nógvar ákoyringar orsakað av tí, sum er hent í Ukraina. Men heilt einsamallur er Putin ikki, tí í dag fekk hann stuðul frá seinasta forsetanum í gamla Sovjetsamveldinum.

Sambært tíðindstovuni Interfax sigur Mikhail Gorbatjov tað vera rætt, at Krim verður partur av Russlandi. 

 

-Hetta hendir, tí tað er fólksins vilji, sigur Gorbatjov við Interfax. 

 

Gamli sovjetleiðarin vísir á, at fólkið á Krim bleiv ikki spurt, tá Nikita Khrusjtjov skipaði Krim sum part av Ukraina í 1954. Nú er mistakið rættað, sigur hann. 

 

-Vit eiga at fegnast um avgerðina hjá fólkinum á Krim heldur enn at seta tiltøk í verk, sigur Gorbatjov og sipar við hesum til tiltøkini, sum ES og USA hava sett í verk. 

 

ES samtykti í dag at seta tiltøk í verk ímóti 21 politikarum og hernaðarleiðarum í Russlandi og Ukraina. USA hevur sett tilsvarandi tiltøk í verk ímóti 11 russum og ukrainum.