Amerikanski internetrisin Google mennir í løtuni eina nýggja tænastu til teldupostskipanina Gmail, ið skal økja um trygdina hjá brúkarunum. Fyritøkan ynskir nevniliga at veita eina tænastu, har tað er møguligt hjá brúkarum av Gmail at senda teldupostar, ið verða automatiskt strikaðir eftir eitt ávíst tíðarskeið er farið. Tað skrivar Jyllands-posten, ið hevur tíðindini frá amerikanska KT-miðlinum Techcrunch.
Talan er um eina tænastu, ið minnir um hvussu sosiali miðilin Snapchat letur brúkarar deila tíðaravmarkaðar myndir og vendir hon sær til teirra, ið ynskja at verja um sínar upplýsingar og samskifti á netinum.
Umframt at tað ikki ber til at lesa teldupostin eftir tíðarskeiðið, ið avsendarin hevur sett, er farið, so verður heldur ikki møguligt at senda teldupostin víðari til onnur, kopiera innihaldið, taka teldupostin niður á telduna ella útskrivað hann.
Harumframt verður ein møguleiki, at móttakarin skal prógva sín samleika við einum loyniorði, ið verður send gjøgnum eini SMS, áðrenn telduposturin kann lesast, skrivar Jyllands-posten.
Enn er óvist nær nýggja tænastan verður klár hjá vanligum brúkarum.