Google veit hvar tú ert

Google veit altíð hvar tú ert. Í øllum førum, um tú eigur eina snildtelefon og hevur givið loyvi til "lokalitetstænastur".

Google veit altíð hvar tú ert. Í øllum førum, um tú eigur eina snildtelefon og hevur loyvt "lokalitetstænastur".  

 

Tá ið ein letur upp eitt app við snildtelefon verður mangan spurt um tú vilt tendra "lokalitetstjenester" ella lokalitetstænastur. Endamálið við hesum er sambært Google, at bjóða okkum brúkarum lýsingar, sum vit hava áhuga í. Men tað er ikki tað einasta, sum hetta verður brúkt til. 

 

Ein funktión, sum Google kallar "placeringssøga", goymir upplýsingarnar um hvar tín fartelefon er stødd, og leggur upplýsingarnar á eitt kort á netinum. 

 

Fyri at tín atferð skal vera skrásett á netinum krevur tó, at tú hevur valt at tendra lokalitetstænasturnar á tínari telefon. 

 

Við at trýst á hesa leinkju sært tú, um Google hevur eitt kort yvir hvar tú hevur verið maps.google.com/locationhistory.