Google-stjórin, Eric Schmidt, er nú á veg til Norðurkorea. Sambært amerikonskum fjølmiðlum er ferðin komin í lag í samstarvi við amerikanska politikaran Bill Richardson, sum í fleiri umførum hevur havt óformligar samráðingar við norðurkoreanskar myndugleikar tey seinastu 20 árini.
BBC sigur, at Bill Richardson hevur biðið Eric Schmidt fara til Norðurkorea at greiða norðurkoreanum frá teimum stóru møguleikunum, sum internetið gevur.
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, segði í síni nýggjársrøðu, at 2013 verður eitt broytingar- og vakstrarár í Norðurkorea.










