20. mai frættist, at tað eru 2,5 milliardir Huawei-telefonirnar kring heimin. Hetta er ikki rætt. Tað er tað metta talið av eindum við Android stýriskipanini, sum Huawei eisini nýtir. Google steðgaði í nátt pørtum av stamstarvinum við kineverka telerisan Huawei.
Tað snýr seg millum annað á økjum, har tað krevst flytig av hardware, software og tænastum, undantikið tær sum eru opnar fyri almenninginum gjøgnum open source-licensering.
Tað sigur ónevnd kelda við tíðindastovuna Reuters.
Tey nógvu fólkini kring heimin, sum longu hava eina smartphone frá Huawei við Google-apps, fara tó at kunna dagføra og brúkar sínar apps frá Google, sigur talsmaður fyri Google.
Orsøkin til at samstarvið endar er, at Donald Trump hósdagin valdi at seta Huawei á svartalista av handilsfeløgum hjá USA.
Tað hevði við sær nógvar avmarkingar, sum gjørdu tað trupult hjá kinesiska felagnum at handa við USA.
At samstarvið steðgar kann vera eitt skot fyri bógvin fyri ætlanirnar hjá Huawaei uttan fyri Kina, tá felagið í løtuni missir atgongdina til dagfrøingar hjá Google til Android-stýriskipanina.
Framtíðarinnar snildfonir frá Huawei, sum brúka stýriskipanina Android, fara ikki at fáa atgongd til fleiri Google-apps, teirra millum Google Play Store, YouTube og Gmail.
Soleiðis noyðast fólk at nýta appstore hjá Huawei.
Huawei hevur sagt, at tey longu eru í ferð við eina neyðætlan, um so verður, at atgongdin til Android-stýriskipanina verður stongd.
Felagið er farið at menna sína egnu tøkni, og nakað av henni er longu í nýtsu í produktum í Kina, skrivar Huawei.
At samstarvið endar fer tó ikki at hava ta stóru ávirkanina í USA, tá flestu apps frá Google longu eru bannaðar í Kina, skrivar Huawei.
Her brúka kinverjar í staðin apps frá kappingarneytanum Tencent ella Baidu.
Men tað fer at merkjast hjá evropiskum brúkarum, av Huawei-telefonum, tá hesi oftast brúka Googles apps.
– At hava atgongd til tær appirnar er altavgerandi fyri, at snildfonirnar kunnu vera kappingarførar í økjum sum Everopa, sigur Geoff Blaber, varaforseti í tøknifelagnum CSS Insight.
/ritzau/Reuters