Google skraddaraseymar tíni leitiúrslit

Soleiðis sleppur tú undan tí.

Tíni privatu viðurskifti samansetir Google við tí tú leitar eftir, um tú hevur eina Google konto sum Gmail ella YouTube. Og hesin veruleikin hevur viðført, at danska brúkararáðið hevur gjørt eina vegleiðing til, hvussu tú sleppur undan, at Google skal vita alt um teg.

 

Google kann nýta hesi viðurskifti og tína leitisøgu, til at vísa tær lýsingar, sum eru málrættaðar til tín. Google kann eisini skraddaraseyma tíni leitiúrslit so, at tað hóskar seg júst til tað, sum tú hevur áhuga í,

Tað merkir, at tú ivaleyst fær onnur úrslit enn tín familja, vinir og tínir starvsfelagaðar.

 

Skraddaraseymað leitiúrslit kunnu vera ein fyrimunur, men tað merkir eisini, at tú fært sera avmarkaða kunning á netinum, og at tú hevur truplari við at fáa eina rætta heildarmynd á Goggle. Tekur tú burtur tína leitisøgu frá tínum kontoum, so kanst tú sleppa undan hesum avmarkaða veruleikanum.

 

Kunning frá tínari leitisøgu á Google eru serstakliga avdúkandi fyri hvør tú ert. Herfrá veit Google til dømis ofta, hvørji áhugamál tú hevur, hvar tú býrt, hvussu gamal tú ert, politiska støðutakan, átrúnaðarliga støðutakan og heilsuviðurskifti.

 

Google veit tískil sera nógv um teg, og teir upplýsingarnar kanst tú sletta, skrivar danska brúkararáðið á heimasíðuni.

 

Soleiðis gert tú:

 

Sletta leitisøgu á Google:

 

- Far inn á myactivity.google.com

- Logga inn við tínari Google konto

- Vel (á donskum )“Slet aktivitet efter”

- Vel síðani at sletta søgu tína í ávísum tíðarskeiði ella alt sum tað er.

- Og vel síðani “slet”

 

Tá tú gert hetta, so steðgar Google við at automatiskt goyma tínar upplýsingar.

 

Sletta leitisøgu á Youtube:

 

-Logga inn á tína YouTube konto

-Vel Historik í vinstru síðu

-Trýst á tað sum eitur “Ryd hele afspilningshistorikken” undir “afspilningshistorik og trýst á “Ryd hele søgeoversigten” undir “søgehistorik”.

 

Vegleiðing: Danska brúkararáðið