Google misnýtir sína støðu

Tað sigur ES-kommissjónin, við Margrethe Vestager á odda.

ES-kommissjónin hevur í dag ákært Google fyri at misnýta sína støðu.

 

Hetta gjørdist greitt, tá Margrethe Vestager, ES-kommisserur í kappingarmálum, sendi eina fráboðan um kærumál til Google, boða danskir miðlar frá í dag.

 

Kommissjónin vil vera við, at Google misnýtir sína støðu á marknaðinum og tilvitað letur úrslit frá Google Shopping koma hægri upp á úrslitalistanum á Google, tá fólk leita eftir onkrum.

 

- Viðvíkjandi Google havi eg illgruna um, at felagið hevur givið síni egnu príssamanberingartænastu ein ógrundaðan fyrimun, sum er í stríð við kappingarreglurnar hjá ES, sigur Margrethe Vestager.

 

- Google fær nú møguleikan at sannføra kommissjónina um, at so er ikki. Um kanningararbeiðið váttar okkara mistanka, fær hetta rættarligar fylgjur fyri Google, og vit fara at krevja, at Google broytir arbeiðshátt teirra í Evropa, boðar hon frá.

 

Samstundis kannar ES-kommissjónin eisini leiklutin hjá Google á Androidmarknaðinum. 

- Snildfonir, teldlar og líknandi tól hava ein vaksandi leiklut í okkara dagligdegi, og eg vil tryggja mær, at umfataðu marknaðirnir hava pláss at vaksa, uttan at ávís feløg avmarka fríu kappingina, sigur Margrethe Vestager.

 

Sambært DR kannar ES-kommissjónin, um Google hevur gjørt avtalur, sum avmarka kappingina, ella um felagið hevur misbrúkt sína støðu á marknaðinum innan stýrisskipanir, appir og tænastur til snildtelefonir og teldlar. 

 

Kommissjónin er útinnandi valdið í ES.