Google kemur við stýrisskipan

Google er nú við at menna eina stýrisskipan (OS) til teldur í eini roynd at bjóða marknaðarleiðaranum Microsoft við sínum Windows skipanum av

Tøkni

Rógvi Nybo

Rogvi@sosialurin.fo


Google Chrome OS (Operating System) verður í fyrstu atløgu rættað móti smærri, bíligum farteldum, men verður seinni eisini ment til eginteldur (PC).

Google sigur at Chrome OS kann verða á søluhillunum í miðjuni av 2010.

- Ferð, einfaldan og trygd eru lyklahugtøkini í Google Chrome OS, sigur felagið á almennu blogguni hjá sær.

Stýrisskipanin, ið skal koyra á einum opnum loyvi (open source license), var ein »náttúrulig leinging« av Chrome browsaranum, sigur felagið.

Hesi tíðindini koma júst mánaðir áðrenn Microsoft skal koma við síni nýggjastu útgávu av stýrisskipanini, Windows 7.

- Vit byggja stýrisskipanina til at verða skjótt og lætt, at starta upp og fáa teg á internetið innan nøkur fá sekund, sigur bloggurin, ið er skrivaður av Sundar Pochai, varastjóra á framleiðsludeildini og høvuðsframleiðslutøkninginum hjá Google, Linus Upson.

Báðir siga teir, at »stýrisskipanirnar, sum browsarar koyra á í dag, vóru teknaðar í eini tíð, tá tað ikki var nakað internet« og at henda stýrisskipanin er »okkara roynd at endurgreina hvat stýrisskipanir eiga at vera«.

Í løtuni situr Microsoft á 90 prosentum av marknaðinum, meðan aðrar stýrisskipanir so sum Mac OS og Linux umboða hini 10 prosentini.


Eisini úr beta

Í eini aðrari fráboðan avdúkar Google eisini at fleiri av teimum væl umtóktu programmunum endiliga eru flutt út úr beta-stiginum.

Eitt nú hevur Gmail borið eitt beta merki í fimm ár.

- Vit skilja at henda støðan hevur verið ein gáta hjá summum, serliga teimum sum hella til vanligu fatanina av beta software sum nakað, ið ikki er heilt klárt til útgávu, skrivaði Matthew Glotzbach, stjóri í framleiðsludeildini á almennu Google blogguni.

Avgerðin at sleppa beta merkinum varð tikin tí at programmini endiliga høvdu rokkið einum lofti, skrivaði hann.

Meira enn 1,75 millión feløg nýta Google programmir sambært felagnum sjálvum.