Google -harradømi á internetinum

Eitt lítið, runt G til høgru á tínum telduskíggja stýrir tær nógv meira, enn tú ánar. Privata fyritøkan Google fær meira og meira vald á internetinum, og spurningurin er, hvat hendir tá ein einstøk fyritøka stýrir alt meira av okkara samskifti á netinum. Vikuskifti hevur lisið "Google koden" - og vit eru eitt sindur rædd, men eisini imponerað

Andreas Ekstrøm eitur journalisturin, ið hevur skrivað reportasjubókina "Google-­koden". Hann hevur vitjað Google í Kalifornia og tosa við fólkið aftan­­fyri eina av heimsins skjótast veks­andi fyritøkunum.
Skapanarsøgan hjá Google líkist tí hjá nógvum øðrum KT-fyritøkum. Nakr­ir lesandi, ungir menn fáa eitt hug­­skot og gerast milliarderar. Men með­­an flestu aðrir selja fyritøkurnar og liva gott av peninginum, so arbeiða stovn­ar­­ar­nir Larry Page og Sergey Brin enn á Google.
Tað var 1995 á Stanford Uni­ver­si­tet­i­­num uttanfyri San Fransisco, at teir báð­ir hittust og byrjaðu at arbeiða sam­an. Googol, sum Google var kallað frá byrj­­an, gjørdist til Google, tá ið onkur stavaði navnið skeivt. Merkið varð stovn­­sett í 1998.
Fyrstu trý árini tjenti Google ikki eitt oyra - stovnararnir vónaðu bara, at teirra skapanarverk fór at geva úrslit fyrr ella seinni.
Fyri at gerast størri var neyðugt at fáa meiri telduorku, og fyri at fáa tað, vóru pengar neyðugir. Adam Bechtols­heim eitur íleggjarin, ið gav teimum báð­­um Larry og Sergey 100.000 dollarar, og teir kundu keypa størri servarar.
Fyrstu fimm árini vaks Google við 400.000 prosentum. Google gjørdist eitt sagn­­orð, at samanbera við at eta ella at renna. Um nakar spyr okkurt, er tað van­ligt, at vit svara "googla tað", Og at googla gera vit nógv - umleið 20.000 leiti­­ng­ar um sekundið eru á Google.
Slagorðið hjá Google er "Don't be evil", sum merkir umleið "Ver ikki ónd­ur" - við tí vilja teir siga, at Google skal vera ein góð fyritøka, ið ger heimin til eitt betri stað at vera. Tað ljóðar sum eitt gott slagorð, men hóast tað, finnast nógv at Google og tí monopolið, teir eru í ferð við at byggja á internetinum.
Høvundin til bókina "Google koden", Andreas Ekstrøm, spældi við tankan at skriva bókina uttan at nýta Google fyri at leita eftir tilfari, hann gav upp - tað bar ikki til. Hann kom eisini við hug­skoti­num um ein "Google-frían dag", men sjálvur kiksaði hann longu kl 06:50 sama dag, tá hann lat Google-kaland­ar­an upp uttan at hugsa seg um.
Google er ein stórur partur av okkara lívi á internetinum - størri enn nógv av okkum hugsa um.

Egið busskerv
Høvuðsskrivstovan hjá Google eitur Googleplex og er í Kalifornia. Har starvast umleið 20.000 fólk. Tey hava sítt egna busskerv, har ongin skal nýt­ast at ganga meira enn 800 metur til buss­in. Tey fáa ókeypis mat, kunnu lata síni klæði til vaskaríið, og 20 prosent av ar­beiðs­tíðini fer til egin projekt, ið ikki nýt­ast at vera fíggjarliga berandi, men ný­skapandi.
Andreas Ekstrøm lýsir Googleplex sum eitt universitetsøki, heldur enn eitt arbeiðspláss. Klædningar eru ikki nógv­ir at síggja, og tað er komið fyri, at fólk eru komin til arbeiðis í nátt­klæð­um.
Fyri nøkrum árum síðani var tað sera óvanligt at nakar gavst á Google, men síðani Facebook og Twitter eru kom­in, eru tað fleiri, ið hava valt at byrja har ístaðin. Google hevur skrivstovur í 30 ymisk­um londum.
Størsta verkætlanin, ið nú er í gongd, er Google Books. Ætlanin snýr seg um at skanna allar heimsins bøkur inn og gera tað gjørligt at finna tær á Google. Ljóð­ar kanska sum ein óveruligur dreym­ur, men er tað nakar, sum kann fáa tað at bera til, er tað Google.

Soleiðis tjenar Google pengar
Adwords og Adsense. Soleiðis kallast lýsingarhættirnir hjá Google. Felags fyri báðar er, at man skal gjalda fyri hvørt klikk. Um lýsarin hevur ráð til 1.000 klikk fyri 2 krónur stykki, hvørvur lýsingin, tá peningurin eru uppi.
Adwords er tað, sum kemur upp til høgru og sæst í gulum, tá tú til dømis leitar eftir skógvum - tá koma lýsingar fyri skógvar upp í teiginum til høgru ella er markerað við gulum.
Adsense ger, at allar heimasíður í heiminum kunnu gerast lýsingarøki hjá Google. Við at klistra eina teldukotu inn á tína heimasíðu síggjast lýsingar, sum passa til tína heimasíðu, har. Tú fortjenar eitt sindur, um tú hevur nógv vitjandi, og Google fortjenar sera nógv, tí milliónir og aftur milliónir av brúkarum klistra hesa kotuna inn á sína heimasíðu.
Lýsingar við Adwords standa fyri 66 prosentum av inntøkunum hjá Google og Adsense fyri 31 prosentum.
Restin - 3 prosent - kemur frá stórum fyritøkum, sum gjalda eyka fyri at goyma data hjá Google.

Hetta gera vit við Google...

Vit senda teldupost við at nýta Gmail. Tænastan er ein tann best umtókta í heiminum og ber til at goyma óavmarkað av posti.

Vit blogga við at nýta blogger. Heimins størsti bloggportalur, ið allar adressur við orðinum "blogspot" eru knýttar til. Google keypti Blogger 2003 frá Evan Williams, ið síðani hevur bygt Twitter.

Vit goyma okkara myndir á Picasa. Fyri at sleppa frá at goyma myndirnar á egnari teldu ber til at sortera og goyma myndirnar inni á Picasa.

Vit lesa og skriva við Google Docs. Trupulleikarnir við ymiskum Word forritum, sum ikki tosa sama mál, eru loystar við Google Docs, sum lesur øll tey ymisku forritini.

Vit finna runt við Google Maps. Kort yvir so at siga allan heimin, sum eisini ber til at kobla saman við GPSaranum.

Vit læra okkum landalæru við Google Earth. Fylgisveinamyndir av øllum heiminum - og mánanum- og eisini Mars.

Vit hyggja eftir filmi á Youtube. Heimins størsta sjónvarpsrás, har ein og hvør kann legga sín egna film út. Nógvir fjølmiðlar, politikarar og artistar hava egnar rásir á Youtube. Google keypti Youtube fyri 1,65 milliardir í 2006, og heimasíðan er ein av teimum fáu, ið ikki bera seg.

Og vit nýta Google Translate, Google Code, Google Alerts, Google Reader, Google Sites, Google History, IGoogle og nógv, nógv