Google fingið bót í Týsklandi

Internetrisin Google hevur fingið bót á ein millión krónur í Týsklandi, eftir at fyritøkan ólógliga hevur savnað persónligar upplýsingar.

 

AFP skrivar, at brotið á lógina hendi frá 2008 til 2010, tá ið Google koyrdi runt á gøtum í Týsklandi og tók myndir til tænastuna Street Wiev.

 

Google-bilarnir fingu eisini fatur á persónligum upplýsingum – eitt nú loyniorð, myndir og teldupostar – á netverkum, sum vóru óvard.

 

Google sigur, at talan var um eitt mistak, og at upplýsingarnir eru strikaðar.