Google avdúkar tín elskara

Við Google Buzz, kann sjeikurin ella daman finna út av, hvørjum øðrum tú fert í song við. Týsdagin fingu allir gmailbrúkarar tilboð um eina nýggja ókeypis veiting frá Google. Milliónir hava longu meldað seg til Google Buzz. Ein kann t.d. deila bíløt og kunning líkasum á Twitter og Facebook.

 

Men krittikurin er komin flúgvandi, tí at tað vísur seg, at onnur fólk, uttan at tú gevur loyvi til tað, kunnu síggja, hvat tú gert á netinum.

 

Tað vil siga, at sjeikurin ella daman kann síggja, um tú enn skrivar saman við ekspartnaranum, og stjórin kann síggja, um tú ert vinur við onkran á tí fyritøkuni, tit kappast við.

 

So minst til at hugsa teg um, áðrenn tú sigur ja takk.