Google avdúkar nýggja snildfon

KT-risin bjóðar nú Apple av við nýggjari snildfon

Í kvøld hevur kt-fyritøkan Google havt tíðindafund í San Fransisco í USA. Har varð ein spildurnýggj Google snildfon avdúkað. Telefon kallast Pixel og er tann fyrsta, sum Google hevur ment frá grundini.

Nýggja stýriskipanin í telefonini kallast Google Assistant, og hon skal gera tað lætt hjá brúkarunum at finna runt í telefonini og brúka hentleikarnar, hon hevur. Telefonin hevur óavmarkaða goymslu, um fjargoymsla verður brúkt.

Nýggja snildfonin fer at kosta umleið 4500 krónur á amerikanska marknaðinum, og fjølmiðlar halda seg vita, at príslegan fyri nýggju Google Pixel snildfonina fer at líkjast iPhone prísleguni.

Mett verður, at nýggja snildfonin er ein beinleiðis kappingarneyti til iPhone hjá Apple.