Goodyear dekkfyritøkan sendir javnan sølufólk og tekniskar ráðgevar til Føroyar, Ísland og Grønland, at vitja teirra kundar og søluumboð.
Ein av teimum, sum hevur vitjað hendan vegin í meira enn 25 ár, er Carl Ole Olofsen, sølustjóri, sum hesi árini hevur fingið nógv vinfólk í Føroyum.
Carl Ole, ið er 63 ára gamal, gevst nú hjá Goodyear, men hann hevur ætlanir um at koma aftur til Føroyar at vitja. Eitt nú í samband við at Norðoyartunnilin letur upp síðst í apríl.
Nakað síðan hevði Sonne Smith samrøðu við Carl Ole Olofsen á Rás2, har hann segði frá, hvussu tað var at koma til Føroyar fyrstu ferð, og hvussu infrastruktururin er broyttur hesi árini.
Í hansara stað eru komnir tveir aðrir mans, tað eru Lars Gladov, sølustjóri, og Torben Nielsen, tekniskur ráðgevi. Teir hava verið her og sett seg inn í føroysku viðurskiftini hvat akførum, dekkmarknaði og veganeti viðvíkur.
Goodyear umboðsmenninir siga, at vit hava eitt framúr gott veganet, og tað at vit skjótt kunnu koyra úr Vágum til Klaksvíkar, halda teir vera eitt stórt framstig á samferðsluøkinum.
Goodyear er tað dekkmerki, sum man hava verið selt longst í Føroyum, heilt síðan fyrst í 30-unum, tá P/F Vilhelm Nielsen var umboð fyri Goodyear.